Nevndin, sum kannar bretsku luttøkuna í krígnum í Irak, fer í næsta mánaði at avhoyra Gordon Brown, forsætisráðharra. Upprunaliga ætlaði nevndin ikki at avhoyra Brown fyrr enn aftan á parlamentsvalið í juni, men eftir trýsti frá andstøðuni hevur forsætisráðharrin sagt seg vera til reiðar at møta nevndini í mars.
Grodon Brown var fíggjarmálaráðharri, tá kríggið í Irak byrjaði í 2003, og alment hevur verið sagt, at hann átti rættiliga lítlan lut í avgerðini hjá stjórnini at leypa á Irak.
Tony Blair, sum var forsætisráðharri tá, var til avhoyringar í nevndini í síðsta mánaði.