Broyta ætlanini um at heiðra bygdar-hetjuna í Nólsoy

Nú verður sjøtul sett á arbeiðið

Báturin hjá Ova Joensen, Diana Victoria, fær nú virðiligar umstøður

Í nógv ár hava nólsoyingar arbeitt við eini ætlan um at gera svimjhyl í Nólsoy til minnis um bygdar-hetjuna, Ova Joensen, sum gjørdi tað bragd at rógva úr Føroyum til Keypmannahavn.

 

Men síðani hava nólsoyingar slept ætlanini, tí teir ásanna, at tað fer ikki at bera á mál. Ístaðin var endamálið nú at gera eitt savn – eitt ovasavn, til minnist um Ova Joensen. Tilsamans kostar savnið 2,4 milliónir og nú hevur Tórshavnar Býráð samtykt at stuðla ætlanini við 720.000 krónum og í hesum sambandi hava nólsoyingar fingið eitt stykki, sum kommunan eigur niðri við havnarlagið, at byggja savnið á.

 

Samstundis skal kommunan yvirtaka grundirnar, sum standa uppi við skúlan og har ætlanin var at svimjihylurin skuldi vera. Býráðslimir í Havn meta, at har eigur okkurt at vera gjørt, tí tey halda ikki, at har er trygt at vera, serliga hjá børnum.

 

Annika Olsen, býráðslimur fyri Fólkaflokkin, heldur, at tað sømir seg ikki at báturin, Ove Joensen róði til Danmarkar við, Diana Victoria, stendur skorað í einum neysti, men sleppur á eitt savn. Hon heldur, at eitt slíkt Ovasavn fer eisini at vera eitt ferðavunnumál í Nólsoy.

 

Báturin hjá Ova Joensen, Diana Victoria, fær nú virðiligar umstøður