Seinastu tíggju árini hevur Fornminnissavnið havt somu framsýning, men nú er gjørt av at broyta hana, og tí verður framsýningin í Brekkutúni í Hoyvík stongd til hálvan mai. Tá verður tann nýggja klár. Ætlanin hjá savninum er, at tann nýggja framsýningin skal gera meiri burtur teimum eldru pørtunum av okkara søgu og tí fornfrøðiliga tilfarinum, sum savnið eigur á goymslu. Í sama viðfangi fáa gólvini og ljósskipanin ábøtur.