Broyta kanska umstøðurnar hjá teimum sum fáa sær bústað

Skipanin, vit hava nú, er bara góð fyri bankarnar, sigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum

Skipanin, sum nú er galdandi, tá ið fólk vilja byggja sær ein bústað, er ikki ein góð skipan fyri landskassan og hon er heldur ikki ein góð skipan fyri tey, sum vilja ogna sær ein bústað. Skipanin vit hava, er nevniliga bara góð fyri bankarnar.

Tað staðfestir Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggarmálum, í fíggjarmálum, nú Løgtingið viðger eitt uppskot um mvg á leigubústaðum og mvg á bygningum til leigubústaðir.

Í løtuni arbeiðir samgongan við einum bústaðarpakka, og tað eru ábendingar um, at pakkin, sum væntandi verður lagt fram í ár, fer at hava broytingar í sambandi við mannagongdina, tá ið fólk byggja, ella keypa bústað.

– Tey, sum vilja byggja sær ein bústað, skulu í fyrsta lagi rinda eina stóra upphædd í mvg, sum fer beint í landskassan, staðfestir Jørgen Niclasen.

– Men tá ið tey so hava fingið lán í bankanum, rindar landið teimum pengarnar aftur í rentustuðuli, sigur hann.

Hann sigur, at sostatt rinda tey fyrst eina rúgvu í landskassan í mvg og síðani rindar landskassin teimum alt aftur í rentustuðuli.

Jørgen Niclasen sigur, at útrokningar  vísa, at tá ið eini 15 ár eru farin, hava tey, sum hava eitt bústaðarlán, ofta fingið líka nógv aftur í rentustuðuli, sum tey í síni tíð rindaðu í mvg tá ið tey bygdu sær bústaðin.

– Men hetta er ein skrúva uttan enda, tí verður bústaðurin so seldur aftur, skal nýggi eigarin eisini hava lán, og so fær hann eisini rentustuðul, og hetta heldur fram, sama hvussu ofta bústaðurin skiftur eigara.

Tað merkir, at í roynd og veru kann landskassin koma í eina støðu, har hann, óendaliga leingi skal rinda ein part av renstuútreiðslunum til sama bústað.

Men er talan um leigubústaðir, er støðan øðrvísi. Tey, sum byggja leigubústaðir, fáa alt mvg aftur úr landskassanum, men afturfyri fáa tey so heldur ikki rentustuðul.  

Men verður húsið, sum er bygt til leigubústaðir, seinni brúkt til onnur endamál, skal alt mvg rindast aftur í landskassan.

Hann sigur, at sostatt hava vit tvær skipanir í sambandi við bústaðir, eina skipan fyri tey, sum fáa sær leigubústað og eina skipan fyri tey, sum byggja og keypa sær bústað.

– Eg veit, hvørja skipan, mær dámar betri, sigur Jørgen Niclasen.

Onkur løgtingsfólk hava so ført fram, at sostatt ber til at byggja leigubústaðir og leiga tær út til Airbnb, ella til ferðafólk annars. Tey halda, at tað ger tað ov lokkandi at leiga út til ferðafólk, tí tað gevur nógv meiri - og sostatt kann tað verða enn verri hjá føroyingum at fáa tak yvir høvdið.

Og tað váttar Jørgen Niclasen, men hann heldur ikki, at viðurskiftini við at leiga út til ferðafólk, skulu avgreiðast í lógini um mvg.

– Tað hava vit avgreitt í skattalógini. Tann, sum leigar út til ferðafólk, rindar skatt av inntøkuni, men tann, sum langtíðarleigar til fólk, kunnu leiga fyri 100.000 krónur skattafrítt og av restini skulu bara 25 prosent rindast í skatti.