Sambært Verdens Gang í morgun váttar russiska verjumálaráðið álop á býirnar, Lutsk og Ivano-Frankivsk, sum liggja ávikavist har vesturi og í útsynningspartinum av Ukraina.
Hetta eru býir, sum liggja langt burtur frá teimum hermótum, sum hava verið fyri hørðum álopum seinastu tíðina, og russar siga, at teir hava rakt tvær hernaðarligar flogstøðir í býunum.
Russiski herurin hevur áður lagt størri dent á býir har suðuri og eysturi í landinum. Tískil er hetta ein broyting í russisku krígsførsluni.
Sambært BBC høvdu ávaringarlúðrar ljóðað í fleiri býum í Ukraina, áðrenn álopini á býirnar, Lutsk, Dnipro og Ivano-Frankivsk.
Útlendskir miðlar skriva, at sambært íbúgvunum í Lutsk, var álopið á býin vent ímóti flogvøllinum.
Sagt verður eisini, at russisku álopini raktu eina verksmiðju, sum skal vera hin einasta, har motorar til ávíst slag av stríðsflogførum kunnu umvælast.
BBC veit at siga, at verksmiðjan hevur verið eitt hernaðarligt mál hjá Russlandi.
Filmsbrot, sum ikki eru váttað av óheftum keldum, vísa sterkar spreingingar bæði í Dnipro og Lutsk, og roykurin stendur himmalhøgt.
Tá russisku álopini vóru væntandi, og lúðrarnir fóru í gongd, heitti borgarstjórin í Lutsk á íbúgvarnar í býnum um at søkja sær skjól og ikki leggja myndir og adressur út á netið.
Í býnum Dnipro siga lokalir tíðindamiðlar, at her vóru tríggjar spreingingar, harav tvær teirra vóru nær við ein barnagarð.