Fólkaflokkurin er veruliga komin í andglettin nú valevni í Havn, Jan Christiansen, finst at flokksleiðsluni fyri at vera konservativ og harvið at hava slept Havnini á fjall. Jakob Vestergaard, tingmaður fyri Fólkaflokkin vildi ikki hava hetta sitandi á sær og tí svaraði hann aftur og legðist eftir teimum sokallaðu liberalu fólkafloksfólkunum og eftir umboðunum hjá flokkinum í Havn.
Í dag sigur Annika Olsen við Rás2, at farið er farið og nú skal standast saman um at vinna kommunuvalið. Men Símun Gullaksen, formaður í Norðoyari Fólkafloksfelagið, finnur seg ikki í tí, og heitir á formannin um at agera beinan vegin. Innanhýsis stríð tykist tí merkja flokkin í hesum døgum.
Eirikur Lindenskov, ábyrgdarblaðstjóri á Miðlahúsinum, greinaði støðuna fyri Rás 2.