1. deild menn:
NSÍ-HB 0-2 (0-2)
HB-venjarin gamblaði til dyst móti NSÍ og tað gav vinning. Hann stillaði við nýggjari 3-4-3 uppstilling, har fleiri av teimum, sum hava sitið nógv á beinkinum, vóru við frá byrjan.
John Heri Dam hevði nýggjan leiklut sum miðframherji, meðanLakjuni og Eyðun Højgaard vóru hangandi álopsmenn. Pláss var heldur ikki hesaferð fyri Andrew av Fløtum í byrjanaruppstillingini. Á miðvøllinum var Rói Árting við frá byrjan, og hann spældi væl. Í verjuni, har bæði Jan Dam og Johannes Joensen vóru burtur, var pláss til Jákup Eli Olsen.
NSÍ stillaði við sama liði, sum teir spældu við á Sandi seinasta vikuskiftið. Jónstein Petersen spældi í álopinum, hóast Gert Langgaard var klárur til dystin, og í verjuni helt Trúgvi Mortensen fast um sínar ungu og samanspældu menn, hóast royndi Arnfinn Langgaard eisini var klárur til dystin.
Málini í fyrra hálvleiki
HB fekk bæði sín mál í fyrra hálvleiki av dystinum, og tað vóru tveir av álopsmonnunum, sum stóðu fyri hesum málum.
Fyrst vann HB bóltin frá NSÍ á miðvøllinum, teir spældu skjótt sínámillum og so var stungið fram ímillum til Magna á Lakjuni, sum var fyrri enn málverjin á bóltin og sendi fram við honum.
Seinna málið kom eftir innlegg frá Magna á Lakjuni úr vinstru síðu. Bólturin endaði hjá John Hera Dam, sum tamdi, mundi mist bóltin, og so onkursvegna fekk skot á. Bólturin endaði í málinum, og NSÍ?arnir vóru sannførdir um, at John Heri hevði havt hond á bóltinum, áðrenn hann skoraði, men tað sá dómarin ikki.
HB trýsti alla tíðina NSÍ, teir lótu ikki bóltspælararnar á heimaliðnum koma fyri seg, og NSÍ-miðvøllurin fekk ongantíð rættiliga spælið á flóta. Í høgru síðu leið Helgi L. Petersen undir, at liðið ikki kom í gongd, og hann fekk einki burtur úr í fyrra hálvleiki, tá Jákup Eli Olsen var omaná í tvídystinum teirra millum. Í seinna hálvleiki flutti Helgi L. Petersen inn á miðvøllin at spæla.
Eddie Mikkelsen og Ian Højgaard høvdu báðir royndir í fyrra hálvleiki, men tað var einki sum rættiliga nervaði HB-málverjan.
Nógv fríspørk
Í seinna hálvleiki royndi NSÍ at leggja trýst á HB-liðið, men verjuparturin hjá havnaliðnum var sterkasta ketan í hesum dystinum. Hans Fróði Hansen og Hans á Lag hildu tætt tað mesta av tíðini, og dómarin gav teimum loyvi at spæla hart. Í seinna hálvleiki vórðu nógv fríspørk gjørd, og tað vóru serliga HB?arnir, sum spældu hart. Bæði Hans Fróði og Hans á Lag fingu gul kort, sum fara at forða teimum í at spæla næstu ferð.
NSÍ umskipaði liðið eitt sindur, og setti bæði Gert Langgaard og Arfinn Langgard á vøllin frá byrjan í seinna hálvleiki.
NSÍ kom til nakrar fáar kjansir, men bert fáar ferðir var veruligur vandi á ferð. Eina ferð var Sjúrður Jacobsen leysur, men tá vardi Bárður Johannessen í HB-málinum væl fyri.
Annars var talan um hornasparksstøður og innlegg, har HB-verjan so at siga hvørja ferð var omaná.
HB setti í seinna hálvleiki álopssinnaðu Andrew av Fløtum og Jón Róa Jacobsen á vøllin, og eina ferð var um reppið, at teir skoraðu. Teir vóru í eini støðu móti einum verjuspælara, Jón Rói royndi seg við skoti, men hann kundi eisini havt spælt Andrew, sum var púra leysur í hinu síðuni.
Havnaliðið vann dystin, og NSÍ-stuðlarnir, sum møttu við fløggum og larmi, fánaðu so hvørt sum dysturin leið. Spælið gjørdist ongantíð rættiliga gott, men nærdystirnir vóru harðir og tættir.
NSÍ: Dejan Milanovic ? Dánial Hansen, Kári Sigvardsen, Sjúrður Jacobsen, Brynjálvur Nielsen ? Helgi L. Petersen, Kári Hansen, Eyðstein Skipanes, Eddie Mikkelsen ? Ian Højgaard, Jónstein Petersen
HB: Bárður Johannessen ? Hans á Lag, Hans Fróði Hansen, Jákup Eli Olsen ? Hans Jørgen Djurhuus, Rói Árting, Rúni Nolsøe, Jens Erik Rasmussen ? Eyðun Højgaard, John Heri Dam, Magni á Lakjuni.