Broyttu treytir fyri at raka Giljanes bussar

Meðan fimm bussar standa í bíðirøðini hjá Smyrli broyttu fakfeløgini treytirnar soleiðis, at teir ikki sluppu umborð

– Hetta er gjørt bara fyri at raka okkum, sum eru farin lógliga til Suðuroyar at keypa brennievni.

 

Tað sigur Ragnar Jacobsen, stjóri í bussfyritøkuni Giljanes.

 

Hann fór til Suðuroyar í gjár við fimm bussum. Við sær hevði hann fýra aðrar bussførarar, tí skuldu bussarnir við, skuldu teir hava hvør sín førara. Annars var talan um farm, sum Smyril ikki hevur lov at føra.

 

Hann hevði tryggjað sær frammanundan hjá Strandferðsluni, at alt var í lagi, og at nóg mikið av brennievni var í Suðuroy.

 

Ætlanin var, at bussarnir skulu fara norður aftur fyri Smyrli fyrsta túrin í morgun klokkan 6 av Krambatanga. Men so koma boð frá Strandferðsluni klokkan 23:30 í gjárkvøldið, at treytirnar hjá Stranferðsluni eru broyttar. Í fráboðaðini boðar Niels Juel Arge fra, at frá klokkan 8:30 í morgun at rokna verður ikki loyvt Smyrli at taka bilar við, sum eru longri enn 7 metrar.

 

Við hesum treytum, so sluppu bussarnir hjá Giljanesi kortini norður aftur til Havnar.

 

Men so ganga 9 minuttir. Nú koma nýggj boð frá strandferðslustjóranum um, at tíðindaskrivið er tikið aftur. Síðani ganga 12 minuttir afturat, klokkan er 23:51. Nú eru boðini, at nýggju treytirnar – um at bilar longri enn 7 metrar skulu hava undantaksloyvi fyri at sleppa við – eru galdandi frá á midnátt.

 

##med2##

 

– Hetta er so grotekst, at eg havi ikki orð fyri tí. Eg ringdi til Sonju Jógvansdóttir hjá fakfeløgunum at spyrja, men fekk bara eitt arrogant svar, at eg kundi senda ein teldupost og spyrja, og so fekk eg svar, tá eg fekk svar.

 

– Vit hava keypt tilsamans 820 litrar av olju í teir fimm bussarnar – teir taka gamaní nógv meira, men allir vóru ikki tómir, sigur Ragnar Jacobsen.

 

Hann greir frá, at teir hava tvær ávísar uppgávur í næstu viku, sum hann sambært sáttmála skal avgreiða. Men tað sær nú svart út.

 

– Hetta verður ein sera stórur fíggjarligur smeitur, og eg haldi tað vera sera løgið, at arbeiðarafeløgini gera eitt slíkt tiltak bara fyri at raka okkara fyritøku, sigur Ragnar Jacobsen.