Hósdagin í farnu viku bleiv G! oddamaðurin, Jón Tyril, giftur Elsebeth E. Tyril.
Festivalfyrireikarin valdi at hava eina heilt serliga vígslu. Tey blivu nevniliga vígd í stovuni í heimi teirra.
- Vit vildu gjarna hava eitt óformelt og avslappað brúdleyp, og tað fingu vit við vígsluni í stovuni, sigur nýgifti Jón Tyril.
Tað var sýslumaðurin, sum vígdi tey, onkur røða varð hildin, og so var tónleikur eisini á skránni.
- Har vóru góð vinfólk, sum framførdu, og eitt nú sang Eivør undir vígsluni. Tað var júst so hátíðarligt, sum vit vildu hava tað, sigur Jón Tyril, sum saman við Elsebeth E. Tyril var á brúðarferð í høvuðsstaðnum um vikuskiftið.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr alla samrøðuna við Jón Tyril.