24 ára gamla, Mari Slåen, var stødd á brúnni í Gullbrandsdalinum í morgun, tá brúgvin undir henni og Mercedes-bili hennara fór í knús. Hon var einsamøll í bilinum og royndi at fáa bilin bæði fram og aftur, men at hann stóð fastur.
Mamman, Hilde Furuseth Slåen, sigur, at støðan hjá dóttrini var ógvuliga dramatisk. Bilurin byrjaði at fyllast við vatni, og tískil royndi dóttirin at koma sær úr bilinum og klintra niðan eftir rimaverkinum fyri at koma í tryggleika.
Mari Slåen helt sær fast, tá hon slapp úr bilinum. Hon hugsaði um at fara úr skónum, men tað nýttist henni ikki. Hin 24 ára gamla er útbúgvin lærari og var á veg í skúla sín fyrsta skúladag í morgun, tá brúgvin fór í knús.
- Kroppurin hevur tað gott, men hetta má arbeiðast. Eg hevði einglavakt. Hetta kundi gingið heilt illa - serliga, tá tú sært, hvussu hart tað rekur í ánni. Men, tíbetur gekk alt væl, sigur Mari Slåen við Verdens Gang.
##med2##