Brutu inn og framdu stuldur í jólasmáttu

- Líkt er til, at onkur hevur ligið og sovið í smáttuni, tí her var óruddiligt, og ymiskt etandi var horvið.

 

Myndina eigur Tórshavnar kommuna.

Um midnáttarleitið í gjárkvøldið fekk løgreglan eina fráboðan um, at onkur hevði brotið inn í eina av smáttunum á Vaglinum í Havn.

 

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at talan var um eina av jólasmáttunum, sum ymiskt verður selt úr, nú tað stundar til jóla.

 

- Smátturnar, sum hava okkurt at selja, eru stongdar, men í hesum førinum varð talan bæði um innbrot og stuldur, og her varð eisini óruddað.

 

Løgreglan sigur, at ymiskt er horvið úr smáttuni, eitt nú køkur og kakao, og líkt er eisini til, at onkur hevur ligið og sovið her, tí her var óruddiligt.

 

- Vit funnu innbrotstjóvarnar, sum nú eru skuldsettir fyri bæði at hava framt innbrot og stuldur í jólasmáttuni á Vaglinum.

 

 

 

Myndina eigur Tórshavnar kommuna.