Granskingardepilin heldur til í gamla bygninginum hjá løgregluni í Klaksvík, og har vóru fleiri rútar brotnir, sigur sýslumaðurin.
Eingin er heilt neyvt greiður yvir, nær tilburðurin er farin fram, men av løgreglurstøðini í Klaksvík frætta vit, at hann helst er farin fram millum klokkan fýra seinnapartin og klokkan tíggju á kvøldi.
Sýslumaðurin í Klaksvík metir at talan er um dreingjalótir.