Bryan Adams og Pierce Brosnan stuðla Paul Watson

Kend fólk leggjast aftrat stuðlunum hjá Paul Watson.

Bryan Adams er heimskendur sangari. Hann hevur eisini verið í Føroyum í 2008. Hann spældi konsert á Tórsvølli.

At Paul Watson er handtikin í Nuuk hevur fingið altjóða uppmerksemi.

 

Og nú hava kend fólk eisini blandað seg uppí og givið sína meining til kennar. 

 

Ein teirra er verðinskendi canadiski sangarin Bryan Adams, sum vit millum annað kenna frá sanginum "Summer og '69".

 

Hann hevur deilt eitt video, sum greiðir frá støðuni við Paul Watson - at hann er handtikin í Grønlandi. Boðskapurin í videobrotinum er, at Paul Watson skal sleppa leysur, so hann kann halda fram við sínum arbeiði at bjarga hvalunum. Heitt verður á fólk um at skriva undir eina undirskriftainnsavning um hetta sama.

 

– If the oceans die, we all die... skrivar Bryan Adams.

 

##med2##

 

Í videobrotinum eru fleiri upptøkur úr Føroyum eisini.

 

Í 2008 spældi Bryan Adams konsert á Tórsvølli - hygg bara her:

 

##med5##

 

Av øðrum kendum persónum, sum hava víst sín stuðul til Paul Watson í hesum umfarinum, eru sjónleikarin Pierce Brosnan. Hann skrivar soleiðis á Instagram:

 

##med3##

 

Eisini canadiski leikstjórin James Cameron, sum hevur leikstjórnað Terminator, Titanic og Avatar, blandar seg:

 

##med4##

 

LES EISINI: 73 politikarar leggja trýst á Danmark um Paul Watson

 

Bryan Adams er heimskendur sangari. Hann hevur eisini verið í Føroyum í 2008. Hann spældi konsert á Tórsvølli.