Bryggjan í Vestmanna stongd

Alla hesa vikuna hevur Bryggjan í Vestmanna verið stongd, tí tey byggja um

Alla hesa vikuna hava møguleikarnir hjá vestminningar at sløkkja sær tostan, verið eitt sindur sekrdir.
Orsøkin er, at annað skeinkistaðið í bygdini, Bryggjan, hevur  verið stongt, tí tey byggja um.
Barry Bláhamar, sum eigur Bryggjuna, sigur við Sosialin, at tey eru í ferð við at broyta barrina so at tað verða tvær barrir ístaðin.
Hetta verður gjørt, tí higartil hevur ikki borið til at leiga ein part av hølinum út, men tann møguleikin verður til staðar í framtíðini.
Hann sigur, at eftir ætlan fara fleiri tiltøk at vera í Bryggjuni, nú hon er bygd um. Og hann væntar eisini, at umvælingin er liðug komandi vikuskiftið.