Felagið hjá bryggjarínum Okkara, sum eigur bygningin, sum hýsir bryggjarínum á Velbastað, hevur lækkað partapeningin við slakari millión til rindan av halli.
Sambært Skráseting Føroya eru viðtøkurnar fyri P/F AB Egg broyttar 27. juli soleiðis, at felagið, sum var eitt partafelag, nú er broytt til smápartafelag. Partapeningurin, sum var upp á eina millión krónur, er lækkaður við 929.600 krónum , sum verða nýttar til at rinda hall. Síðani er nýggjur partapeningur teknaður, so felagið nú er smápartafelag við 80.000 krónum í partapeningi.
Broytingar eru eisini í leiðsluni í felagnum.
Stovnarin av bryggjarínum, Høgni Guðlaukur Weikert Jensen er farin úr nevndini, og nýggjur í nevndini er Gudmund Mortensen á Tvøroyri.
Hinir nevndarlimirnir eru
Óli M. Hansen
Niels Mortensen
Tummas Hanus Dam
Steinbjørn í Dali er eisini farin frá sum stjóri, og nýggjur stjóri er Tummas Hanus Dam á Argjum.
Tað er bryggjaríið Okkara, sum eigur allan partapeningin í Sp/F AB-Egg. P/F Okkara hevur eisini niðurskrivað partapeningin. 4. juni boðaði Skráseting Føroya frá, at P/F Okkara hevði niðurskrivað partapeningin við 9.805.233 krónum til 0 krónur. Soleiðis var allur partapeningurin í felagnum mistur. Eigararnir teknaðu tá nýggjan partapening.
Samstundis sum hendan broytingin fór fram, fór Steinbjørn í Dali eisini frá sum stjóri í P/F Okkara, og Tummas Hanus gjørdist nýggjur stjóri.