TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi á Rás2 við Brynju Høj hjá Neistanum. Samrøðan var gjørd aftaná Neistin hevði vunnið 17-12 (6-4) á Kyndli. Neistin hevur tryggjað sær FM finalupláss í góðari tíð hesaferð, og tær eru bara eitt stig frá at vinna grundspælið.
- Tað er altíð stuttligt at vinna Havnina, sigur ein ovurfegin Brynja Høj um enn ein sigur hjá neistakvinnum yvir grannunum í hesum kappingarárinum. Hon viðgongur tó, at talan var ikki tann besta hondbóltsdystin í kvøld.
Brynja Høj staðfestir, at tá Kyndil og Neistin møtast eru verjurnar altíð góðar, og tað eru altíð fá mál í dystunum teirra millum. Hon heldur, at tær í Neistanum fingu tingini at rigga betri í seinna hálvleiki, og tí koppaði tað til tær.
Brynja Høj heldur ikki, at tað verður ein trupuleiki hjá henni og liðfeløgunum at halda kósina nú FM finaluplássið er tryggjað í góðari tíð, og freistandi er at slaka eitt sindur, men tað ætla neistakvinnur als ikki.
(Mynd: hsf.fo)
Støðan í hvonndeildini :