Brynjolfur á Heygum hevur sum DJ ella diskari, fyrr kallað plátuvendari, fingið fótafesti í Danmark.
Hann hevur í nøkur ár verið DJ á klubbum og tónleikafagnaðum í Danmark, og hevur navn havsara vunnið meira og meira fram, og hann hevur við jøvnum millumbilum verið umrøddur í donskum miðlum.
Nú er hann í uppskoti til ársins Deejay. Tað er í bólkinum Årets Danske Upfront-Deejay.
Brynjolfur er í hesum bólkinum í kapping við Emil Lange, Flip, Fabian Mazur og DJ Er Du Dum Eller Hvad.
Meira sæst á hesi leinkju http://www.ddja.dk/nominerede/