Búði á sama skúlaheimi sum Facebook-stovnari

Facebook 10 ár: Lurta eftir samrøðu við fyrsta føroyingin, sum skrásetti seg á Facebook

Í dag fyllir Facebook 10 ár. Heimsins størsta sosiala netverk hevur meira enn eina milliard brúkarar, og teirra millum verður roknað við, at meira enn 70 prosent av vaksum føroyingum eru við.

Fyrsti føroyingurin, ið skrásetti seg á Facebook, var Hans Kárason Mikkelsen, sum læs á Harvard University um tað mundið, tá ið Facebook var tikið í brúk har av fyrstan tíð.

Hans Kárason Mikkelsen búði á sama skúlaheimi sum stovnarin Mark Zuckerberg, og hann er vinur við ein annan av Facebook-stovnarunum.

Lurta eftir samrøðu frá Rás2 við Hans Kárason Mikkelsen undir myndini.