Búi Egilsson leingir við NSÍ

Betri deildin menn: NSÍ hevur ikki gjørt nógv um seg síðani uppflytingina, men nakrir sáttmálar eru komnir upp á pláss

NSÍ boðar í dag frá, at felagið hevur longt sáttmálan við 27 ára gamla tilflytaran úr Vági, Búa Egilsson.

 

- 27-ára gamli álopskendi spælarin, Búi Egilsson, hevur undir skrivað ein nýggjan sáttmála fyri kappingarárið 2024. Búi Egilsson leikti sínar fyrstu minuttir í betri deildini í 2012 fyri Fc/Suðuroy, men í 2019 var Búi at síggja í gulari troyggju. Í 2024 er tað 6. kappingár hjá Búa Egilsson í NSÍ. 125 dystir er Búi Egilsson skrásettur fyri NSÍ, og vit gleða okkum til at síggja fleiri, skrivar NSÍ.

 

NSÍ hevur sett 43 ára gamla svenskaran, Jens Wedeborg, sum venjara fyri komandi kappingarár.