Buldur og brak av Skansanum

Hóast kanónirnar ikki skjóta við skørpum, er lagt upp til kanónbuldur úti á Skansanum. Undirbeat fer at lata ólavsøkuelektro ljóða uttan íhald í alt kvøld, ólavsøkuaftan Nú verður aftur buldur og brak av Skansanum í Havn. Undirbeat við Sunnevu H. Eysturstein skipar fyri áhugaverdari technoframførslu úti á søguliga verjuskansanum.

 

Men hetta er ikki fyrstu ferð, at konsertir verða á Skansanum. Fyrr hevur ólavsøkukonsertin verið hildin har inntil mitt í 80?árunum. Síðani tá hevur ólavsøkukonsertin verið hildin ymsastaðni, og Skansin hevur at siga staðið uttan nakra nyttu síðani.

 

Men nú fer aftur at ljóða av Skansanum, og hesuferð verður tað ólavsøkuelektro, ið skal fáa fólk at tysja út til Skansan.

 

Tað verða FRAU, JamesJames, B.A.B.Y, DJ Sunshine úr Noregi og Maggi Leo úr Íslandi, ið uppá skift fara at venda plátum har. Ymisku plátuvendararnir fara at leggja løg á frá klokkan 17.00 til 04.00 í kvøld.

 

Tiltakið verður frítt at koma til hjá øllum fyrstu tímarnar, men eftir klokkan 22.00 verður 18 ára aldursmark á tiltakinum.

 

Atgongumerkini kosta 150 krónur fyri vaksin og 50 krónur fyri børn 12 ár og yngri.