Bumba ímóti grikskum flokki

Ein bumba brast fyrrapartin inni á einari skrivstovu hjá tí víðgongda grikska høgraflokkinum Gyltur Morgun. Tíðindastovurnar skriva, at bumban sprongdi hol í ein vegg, og at rútar í grannahúsunum brotnaðu. Løgreglan sigur, at einki fólk fekk skaða.

Á seinasta tjóðartingsvali fekk flokkurin 6,9 prosent av atkvøðunum og 18 av teimum 300 tinglimunum.

Gyltur Morgun verður lagdur undir at hava skipað fyri fleiri ógvusligum álopum á innflytarar, og fyri stuttum samtykti tjóðartingið, at ákæruvaldið skal sleppa at stevna trimum tingmonnum floksins fyri rættin fyri at hava gjørt seg inn á sølubúðir hjá innflytarum í Athen.

Ein annar tinglimur hjá flokkinum, sum eisini er talsmaður floksins, er ákærdur fyri harðskap.