Eitt bumbuálop á eina mosku í útnyrðingspartinum av Pakistan fyrrapartin hevur kravt í minsta lagi 40 mannalív, og 85 fólk eru særd. Tíðindastovan AP skrivar, at pakistonsku myndugleikarnir siga seg hava prógv fyri, at talan var um eina sjálvmorðsatsókn. Moskan er í bygdini Ghundi, sum er í Khyber-landspartinum.
Sambært myndugleikunum vóru umleið 300 fólk í moskuni til fríggjadagsbøn, tá bumban brast.
Enn hevur eingin átikið sær ábyrgdina av atsóknini, men Taliban og aðrir uppreistrarbólkar hava skiipað fyri nógvum álopum í Khyber, sum er tætt við afghanska markið.