Tað er Niels Jacob Eysturberg, sum fortelur um bilin, sum beiggin Snæbjørn Eysturberg eigur. Teir hava meira ella minni bara havt Mazda-bilar í mong ár, so tað var so líka til, at teir høvdu hug at onga sær ein Mazda sum ellisakfar.
Hesin reyði 929 Coupe frá 1984 er ein serligur bilur, sum stóð til sølu í Norra fyri einans 15.000 krónur. Hann var so bíligur, tí hann kundi ikki koyra.
Brøðurnir eiga eitt systkinabarn í Norra, sum koyrdi í átta tímar hvønn vegin eftir bilinum. Hesin syrgdi fyri at bilurin kom heim til Føroya við einum føroyskum sandbáti hjá reiðarinum Navigare í Søldarfirði.
Orsøkin til at teir keyptu júst hendan bilin er, at teir eru uppvaksnir við bilum sum hesum og øðrum Mazda-bilum.
Brøðurnir Niels Jacob og Snæbjørn Eysturberg eru hvalbingar, men Niels Jacob býr í Vági. Saman eiga teir fyritøkuna E-Grevst-ur, sum eisini heldur til í Vági.
Lesið meira um bilin í Sosialinum hetta vikuskiftið.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##