Eitt Airbus A330-flogfar hjá russiska felagnum Aeroflot, sum var á veg úr Moskva til New York við 253 fólkum, fekk boð um at seta seg á flogvøllin í Keflavík í Íslandi í morgun, tí onkur hevði boðað frá einari bumbuhóttan ímóti flogfarinum.
Tað var tjúkt í mjørka í Keflavík, men flogfarið setti seg í øllum góðum. Øll fólk eru fingin úr flogfarinum, sum nú verður kannað.
Sambært íslendsku fjølmiðlunum er tað ikki greitt, um flogskiparin fekk at vita, at ein bumba var í flogfarinum, ella um eitt ferðafólk hevði bumbu við sær.
Trygdartiltøkini eru sera strong í Keflavík í morgun, og tilbúgvingin er á hægsta stigi.