26. apríl var eisini bumbuhóttan ímóti Eystara Landsrætti í Keypmannahavn, sum eisini virkar sum landsrættur í Føroyum Mynd: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix

Bumbuhóttan móti Eystara Landsrætti

Fyri aðru ferð í hálvanannan mánað eru fólk evakuerað úr Eystari Landsrætti eftir eina bumbuhóttan.

26. apríl var eisini bumbuhóttan ímóti Eystara Landsrætti í Keypmannahavn, sum eisini virkar sum landsrættur í Føroyum Mynd: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix

Í morgun er Eystari Landsrættur evakueraður eftir eina bumbuhóttan.

Tað skrivar Københavns Politi á sosiala miðlinum X.

– Vit seta neyðug verjutiltøk í verk og hava avsperrað eitt øki, soleiðis at vandi ikki er hjá fólki, skrivar løgreglan.

– Vit samstarva við neyðugar myndugleikar og hava dagføra loypandi.

26. apríl var bygningurin hjá Eystara Landsrætti á Orientkaj í Keypmannahavn eisini evakueraður, eftir eina bumbuhóttan.

/ritzau/

 

 

26. apríl var eisini bumbuhóttan ímóti Eystara Landsrætti í Keypmannahavn, sum eisini virkar sum landsrættur í Føroyum Mynd: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix