Størsta takið er ofta at koma avstað

- Eg merki stóran mun á bæði likami og sál, tá eg ikki eri virkin, sigur Jaspur Langgaard, sum heldur, at rørsla hevur ómetaliga stóran týdning

 

Hvat gert tú fyri at halda teg sunnan?   

- Eg má tíverri viðurkenna, at eg ikki geri nóg mikið fyri at halda meg sunnan, men ein av mínum góðu vanum, sum eg havi havt í nógv ár, er at eta ein tallerk til døgurða. 

Tað sigur Jaspur Langgaard, sum hvørki roykir ella drekkur.

 

- Eg eri uppvaksin við, at tey har heima høvdu nógv grønmeti afturvið døgurðanum, og hetta dámar mær framvegis sera væl. 

Hvønn týdning heldur tú, at rørsla hevur?    

- Rørsla hevur ómetaliga stóran týdning fyri meg. Seinasta árið hava konan og eg gingið regluligar túrar, og eg havi eisini roynt at svomið eina ferð um vikuna við Flot. 

Jaspur Langgaard sigur, at honum dámar væl bæði gongutúrar og svimjing, men viðgongur, at størsta avbjóðingin ofta er at koma avstað.

Hevur tú tað betur likamliga og sálarliga við at vera virkin?

- Eg merki stóran mun á bæði likami og sál, tá eg ikki eri virkin.

 

Hann heldur fyri, at tað kann gerast tungt til tíðir at koma í venjingarskógvarnar, serliga tá arbeiðsdagarnir eru langir og krevjandi.

 

- Men kanska er tað júst tá, at tað er mest umráðandi at taka sær hesar stundir – eisini, um tað so bara er ein stuttur túrur úti í náttúruni, sigur Jaspur Langgaard.

 

(Í VikuskiftisSosialinum hesaferð, sum fæst til keyps í blaðsølunum, seta vit fokus á heilsu)

 

Lesið eisini:

 

Renniskógvar kundu minkað nógv um heilivágin - https://www.in.fo/news-detail/einar-renniskogvar-kundu-minkad-nogv-um-heilivagin