-Hetta er ein maður, sum vit mugu taka í álvara, tá hugsað verður um, hvat hann hevur verið við til fyrr, sigur svenski løgreglutalsmaðurin Björ Blixter við blaðið Expressen.
Svenska løgreglan veit, hvør maðurin er, og sambært løgregluni var hann við til at ræna eitt russiskt innanríkisflogfar, sum bleiv noytt at lenda á Arlanda-flogvøllinum uttan fyri Stockholm í 1993.
Maðurin, sum eftir øllum at døma er russiskur ríkisborgari, og familja hansara søktu tá um politiskt friðskjól í Svøríki. Hann skal hava greitt myndugleikunum frá, at hann er muslimur, giftur kristnari kvinnu, og at tey kendu seg hótt í Aserbadjan. Men kortini vórðu tey send til Russlands, skrivar Gøteborgposten. Sambært blaðnum vil løgreglan ikki siga, hví maðurin bumbuhótti tað norska flogfarið í gjár.
Norwegian-flogfarið var á veg úr Keypmannahavn til Oslo, tá maðurin segði seg hava fjalt eina bumbu í viðførisrúminum. Flogskiparin gjørdi av at seta flogfarið á flogvøllin í Göteborg, men hóast drúgva leiting bleiv eingin bumba funnin.
Fýra føroyingar vóru millum ferðafólkini í Norwegian-flogfarinum.