Bumbumaðurin eitur helst Lors Doukaiev

Danska løgreglan sigur seg nú vera rættiliga sannførda um, at maðurin, sum varð tikin aftan á eina spreinging á einum hotelli í Keypmannahavn, er 24 ára gamal kekeni og eitur Lors Doukaiev.

At løgreglan ikki kann siga við fullari vissu, at talan er um tann rætta mannin, kemst av, at løgreglan hevur ikki neyðug DNA-prógv enn. Sambært Svend Foldagr hevur maðurin ikki avsannað, at hann eitur Lors Doukaiev.

Svend Foldager hjá løgregluni í Keypmannahavn segði á tíðindafundi fyrrapartin, at Lors Doukaiev hevur búð í Belgia tey seinastu fimm árini.

B.T. skrivaði í gjár, at ein nevaleiksvenjari í belgiska býnum Liege kendi bumbumannin, og á tíðindafundinum fyrrapartin takkaði Svend Foldager blaðnum fyri hjálpina.