Bumbumaðurin hevði spreingievni í bili og heima

Løgreglan hevur funnið spreingievni í bilinum og heiminum hjá 20 ára gamla manninum. Rifluna, sum hann skeyt Trump við, keypti pápin.

Republikanska forsetavalevnið og fyrrverandi forsetin, Donald Trump, tekur sær til oyrað, meðan ljóðið av fleiri skotum hoyrdist undir valfundi hansara í býnum Butler í Pennsylvania sunnunáttina til okkara tíð. - Mynd: Brendan McDermid/Reuters

Amerikanskir myndugleikar hava funnið "spreingievni" í bilinum hjá 20 ára gamla mistonkta gerningsmannin aftan fyri morðroyndina móti fyrrverandi forsetanum, Donald Trump.

Tað siga ónevndar keldur við kunnleika til kanningina við Wall Street Journal.

Bumbuteknikarar og aðrir serfrøðingar eru kallaðir inn at kanna lutirnar, sum eru funnir, veit ABC News at siga. Tað er ikki greitt, júst hvørjir lutirnir eru, sum eru funnir.

Bilurin hjá tí 20 ára gamla manninum stóð nærhendis staðnum í býnum Butler í Pennsylvania, har Trump helt veljarafund í gjárkvøldið.

Tilfar, sum kann brúkast til at gera bumbur, varð eisini funnið heima hjá gerningsmanninum. Tað siga keldur í løgregluni til tíðindastovuna AP.

Tað er ikki greitt, júst hvat slag av tilfari talan er um.

The Wall Street Journal og sjónvarpsstøðin ABC News boða frá, at vápnið, sum gerningsmaðurin skeyt Trump við, er keypt lógliga av pápanum hjá tí 20 ára gamla manninum.

Kanningarfólk hava lagt hald á eina hálvsjálvvirkandi AR-15 riflu. Tað er sama slag vápn, sum ofta hevur verið brúkt í hópskjótingum í USA áður.

Gerningsmaðurin var á takinum á einum bygningi umleið 120 til 150 metrar frá fyrrverandi forsetanum, tá hann skeyt skotini.

Tað vísir ein greining av geolokatiónini hjá mistonkta gerningsmanninum og Donald Trump, sum amerikanski miðilin CNN hevur gjørt.

Hans Lundgaard, sum er høvuðssersjantur og fyrrverandi fínskjúttainstruktørur, segði við Ritzau, at gerningsmaðurin brúkti eina "standard riflu" við sokallaðari reyðpunktssikti.

Tann mistonkti hevur verið eyðmerktur av samveldisløgregluni FBI sum 20 ára gamli Thomas Matthew Crooks. Hann er skrásettur sum republikanskur veljari í Pennsylvania.

 

/ritzau/

 

Republikanska forsetavalevnið og fyrrverandi forsetin, Donald Trump, tekur sær til oyrað, meðan ljóðið av fleiri skotum hoyrdist undir valfundi hansara í býnum Butler í Pennsylvania sunnunáttina til okkara tíð. - Mynd: Brendan McDermid/Reuters