Bundesen og hinir

Hóast hann var burtur frá bólkinum eitt trý-ára skeið miðskeiðis í 80’unum, so er Michael Bundesen fyri tey flestu ímyndin av Shu-bi-dua. Í dag er Bundesen 60 ár, og hann er farin um tey 61, áðrenn SummarFestivalurin verður hildin, men sinnalagið er framvegis yngri enn hjá teimum flestu. Upprunliga byrjaði Bundesen at lesa til jurist, men eftir at hava verið í danska herinum í 1970, fekk hann starv hjá Danmarks Radio, og síðani hevur tað verið innan undirhaldsvinnuna, at hann hevur gjørt um seg.