Bundin av avtalu, hann einki veit um

Eivin Jacobsen følir seg bundnan av eini avtalu um samkynd, hóast hann ikki kennir til hana

- Skuldi eg fylgt míni egnu sannføring, haldi eg, at eg hevði atkvøtt fyri at loyvt samkyndum hjúnalagi í Føroyum

 

Tað staðfestir Eivin Jacobsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin.

 

Men hann slapp ikki at atkvøða fyri, tí hann følir seg bundnan av eini avtalu, formenninir í samgonguflokkunum hava gjørt.

 

- Formenninir  í flokkunum í samgonguni hava gjørt eina munnliga avtalu um at atkvøða ímóti samkyndum hjúnalagi. Og tað haldi eg meg til, hóast eg ikki kenni til avtaluna.

 

Hann sigur, at hóast hann er stak ónøgdur við avtaluna, følir hann seg so mikið bundnan av henni, at hann atkvøður ímóti sínari sannføring.

 

Men hann vónar staðiliga, at slíkar avtalur verða ikki gjørdar aftur, so at tinglimir einans skulu verða bundnir av síni egnu samvitsku, tá ið mál av hesum slagnum eru til viðgerar.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr, hví Eivin Jacobsen følir seg noyddan at fylgja eini avtalu, hann einki kennir til.