Burn: Gróthart stríð um fjórða plássið

StÍF vann á Team Klaksvík á Skála og H71 vann á Neistanum í Hoyvíkshøllini

Úrslitini higartil í Burn mansdeildini peika á, at KÍF og H71 vera millum tey fýra liðini sum vinna seg í FM-hálvfinalurnar. 

 

Úrslitini í dag undirstrika, at tað í løtuni er eitt gróthart stríð millum Neistan, Team Klaksvík, StÍF og Kyndil um at røkka fjórða plássinum. 

 

StÍF fekk sett eld á við at vinna sera týðandi 33-30 sigur á Team Klaksvík í høllini á Skála. StÍF legði góðan botn í fyrra hálvleiki. Í steðginum vóru strandingar á odda 19-14. Vuk Stevanovic var ein sannur einmansherur hjá Team Klaksvík í dag. Hann skoraði heili 16 mál, meir enn helvtina av málunum hjá Team Klaksvík. 

 

Samstundis tapti Neistin 22-27 fyri H71 í Hoyvíkshøllini. Neistan var annars omaná í fyrra hálvleiki, og var á odda 13-10 í steðginum, men seinna hálvleik vann H71 17-9. 

 

KÍF er á odda við 14 stigum, H71 er nummar tvey við 12 stigum. VÍF er nummar trý við 10 stigum, og so er sera spennandi í orrustuni um fjórða plássið. Neistin hevur átta stig, Team Klaksvík hevur sjey stig, StÍF hevur sjey stig, og Kyndil hevur seks stig. 

 

Komandi mikukvøld klokkan 20 verður oddauppgerð í Kollafirði millum KÍF og H71. Komandi hóskvøld klokkan 20 spæla Neistin og VÍF í høllini á Hálsi í Havn. 

 

StÍF-Team Klaksvík 33-30 (19-14)

 

Málskjúttar StÍF:  Bjarni í Selvindi 8, Sveinur Justinussen 7, Pætur Barclay 4, Ivan Mrdalo 4, Dávid Danielsen 3, Óli Abrahamsen 2, Steinar Prestá 2, Djóni Petersen 1, Martin Danielsen 1, Sofus í Selvindi 1. 

 

Málskjúttar Team Klaksvík: Vuk Stevanovic 16, Jens Pauli Mohr 4, Tummas Simonsen 3, Sámal á Tjaldrafløtti 3, Vilhelm Vilhelmsen 3, Jan Eli Ragnarsson 1. 

 

H71-Neistin 27-22 (10-13)

 

Málskjúttar H71:  Pauli Mittún 7, Óli Mittún 6, Peter Krogh 5, Pætur Thomsen 2, Rókur Ziskason 1, Janus Dam Djurhuus 1, Ragnar Karlsson 1, Sakir Frýdal 1, Jón Rói M. Høgnesen 1, Niklas H. Hanusarson 1, Emil Svoldgaard 1. 

 

Málskjúttar Neistin: Karl Martin Olsen 3, Hanus Árason 3, Tróndur J. Kragesteen 3, Ágúst Ingi Óskarson 3, Felix Már Kjartansson 3, Johannes Bjørgvin 2, Rasmus Søby 2, Ísak Vedelsbøl 1, Johannes Kragesteen 1, Jón Rói Torfinsson 1.