Tá Neistin og Kyndil hava leikt dystin teirra millum komandi hóskvøld er grundspælið í Burn Mansdeildini avgreitt.
H71 staðfesti oddasessin í grundspælinum við at vinna stórsigur á VÍF í Hoyvíkshøllini.
Á Skála vann KÍF eisini stórt á StÍF við einum framúr góðum avriki í seinna hálvleiki.
H71 møtir Team Klaksvík og KÍF møtir VÍF í FM-hálvfinalunum. Verður talan um eina triðju hálvfinalu fáa H71 og KÍF fyrimunin við tveimum heimadystum.
H71-VÍF 31-20 (13-7)
StÍF-KÍF 21-30 (13-10) - Stigatalvan sæst undir dómaraseðlunum frá HSF:
##med2##
##med3##
Støðan (hsf.fo) | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
---|---|---|---|---|---|
H71 | 18 | 571 | 434 | 137 | 32 |
KÍF | 18 | 504 | 456 | 48 | 26 |
VÍF | 18 | 507 | 469 | 38 | 20 |
TEAM KLAKSVÍK | 18 | 495 | 524 | -29 | 17 |
STÍF | 18 | 491 | 563 | -72 | 11 |
NEISTIN | 17 | 477 | 507 | -30 | 10 |
KYNDIL | 17 | 397 | 489 | -92 | 8 |