Burn: Heimasigrar til Neistan, H71 og VÍF

H71 er einsamalt oddalið í Burn Mansdeildini

Mynd: Álvur Haraldsen

Tríggir dystir eru í dag leiktir í Burn mansdeildini. 

 

Í høllini á Hálsi í Havn vann Neistin ein greiðan 29-18 sigur á Team Klaksvík. Í steðginum vóru neistamenn á odda 14-6.

 

Mortan Eyðunarson var toppskjútti hjá Neistanum, og Tóri Ragnarsson var toppskjútti hjá Team Klaksvík. Teir skutu báðar fimm mál.

 

Í Hoyvíkshøllini vann H71 37-31 á StÍF. Í steðginum vóru hoyvíkingar á odda 17-13. StÍF megnaði nakrar ferðir at minka munin til trý mál, men nærri komu teir ikki H71 í seinna hálvleiki.

 

Við seks málum hvør vóru Helgi H. Hoydal og Suni Dalsgaard toppskjúttar hjá H71. Við níggju málum hvør vóru Pætur Ó. Barclay og Jógvan Andreas Lamhauge toppskjúttar hjá StÍF.

 

Í klassikaranum í høllini í Vestmanna eydnaðist tað VÍF at vinna 33-31 á Kyndli. Kyndilsmenn vóru annars á odda 15-12 í steðginum. Tá færri enn átta minuttir vóru eftir var Kyndil á odda 27-25. Men tá megnaði VÍF at skjóta fimm mál upp á tríggjar minuttir, og so var støðan 30-27 til heimaliðið, og teir hildu fast í leiðsluni seinastu minuttirnar. 

 

Fríði Holm í Innistovu var við seks málum toppskjútti hjá VÍF. Toppskjúttar hjá Kyndli vóru Erling Erlendsson, Niklas Gaard og Simon Højmark Petersen. Teir skutu seks mál hvør. 

 

H71 er fremst í deildini við 12 stigum. VÍF og Kyndil hava átta stig hvør. StÍF, Neistin og KÍF hava øll seks stig hvør. Team Klaksvík er aftast í deildini við ongum stigi.

 

HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðlarnar frá dagsins dystum í Burn Mansdeildini:

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

Mynd: Álvur Haraldsen