Sanna Hansen varð útbúgvin ljósmóðir í 1981.
– Tað vísti seg at vera eitt ótrúliga lívgevandi arbeiði, og tað dámar mær væl. Samstundis er tað eisini krevjandi viðhvørt.
At arbeiða við menniskjum krevur sítt, serliga tá tað ikki gongur væl, men tá tú hevur arbeitt í nøkur ár, hevur tú fingið ein viðførning.
– Tey keðiligu tingini tú upplivir ávirka, men tey góðu tingini ávirka teg eisini.
##med2##
Sanna heldur, at eitt sum er minni gott við arbeiðinum, er at tú noyðist at arbeiða á jólum, og tú avger ikki sjálv, nær tú hevur summarferiu. Stundum verður eisini arbeitt leingi út í eitt.
– Sjálvt um tað eru nokk av fólki eru dagar, har tú arbeiðir longri enn tú orkar. Men soleiðis er ikki so ofta longur.
Fyrstu árini varð arbeitt í døgnvaktum. Hetta er nú broytt, og nú arbeiða tey í átta tímar mitt í viku, og 12 tímar um vikuskiftini, og fleiri eru á vakt í senn.
Í 18 ár hevði Sanna Hansen viðtalu í Runavík fyri barnakonur. Áðrenn tað hevði hon viðtalu í Havn, men av tíð at Sanna býr á Toftum, býtti hon um við aðra ljósmóður, sum tá hevði viðtalu í Runavík og búði í Havn. Hon hevur framvegis viðtalur av og á, um onkur er sjúkur, ella hevur feriu.
##med3##
Fremsta uppgávan, at taka ímóti børnum, er ikki broytt hesi árini Sanna Hansen hevur starvast sum ljósmóðir. Hon sær upp til allar kvinnur, sum eiga børn, tí nú sum áður megna tær uppgávuna til fulnar.
– Øll árini havi eg upplivað sterkar kvinnur, sum megna at koma væl ígjøgnum eina føðing, sum er eitt risa arbeiði. Eg haldi, at allar konur eru virkuliga raskar.
Ein broyting er, at kvinnurnar hava fleiri spurningar og ynskir til føðingina.
– Tær finna seg ikki longur í at tær skulu hava ilt, men vilja hava doyving. Tað er blivið nógv lættari at fáa epidural, sum er tað slagið av pínulinnan, sum gevur mest lætta.
Í dag er meira pappírarbeiði, tí meira skal skrásetast, og tað verður gjørt á telduskipanum, sum á ein hátt gera arbeiðið lættari, men kortini eru meira tíðarkrevjandi.
– Fyrr tá tú skuldi lýsa eina føðing, skrivaði tú við hond. Sjálvsagt vóru onkrar sum høvdu fleiri síður, men aðrar høvdu bara eina síðu, og tá hevði tú lýst tað, sum var hent. Soleiðis er ikki longur, nú fyllir tað fleiri síður, og sum man eldist dugir man verri at laga seg til alt tað nýggja.
##med4##
Tímir og orkar at halda fram
Hóast dagurin er kendur, kom tað kortini óvart á Sannu, tá hon náddi pensjónsaldur.
– Man blívur eitt sindur bilsin og hugsar, er tað longu nú? Tá eg fylti 67, hevði eg hug at halda fram at arbeiða.
Sanna Hansen byrjaði í føstum starvið á Landssjúkrahúsinum í 1988. Hon arbeiddi fulla tíð til hon gjørdist 65 ár. Tá hon náddi pensjónsaldri fór hon niður í hálva tíð. Tað var stórur munur á tí at arbeiða fulla og hálva tíð. 70 ára gomul segði Sanna sítt fasta starv upp. Í uppsøgnini skrivaði hon, at hon kundi taka vaktir, men ynski at hava frí á jólum og sjálv at gera av nær hon hevði summarferiu.
Tí tá tú hevur fast starv sum ljósmóðir, mást tú vera klár at arbeiða allar tíðir á árinum.
##med5##
Sanna er nú 72 ár, og hon tekur framvegis vaktir.
– Eg havi ringt við at sleppa, tí eg havi verið í hesum í nógv ár. Eg haldi tað vera ordiliga deiligt at koma til arbeiðis, bæði at hava við barnakonur at gera, og at møta starvsfeløgum.
Hon hevði ikki ímynda sær at hon fór at arbeiða so leingi.
– Hevði eg vitað, at eg fór at liva so væl, nú eg eri 72. Tað er løgið, tí nú veit eg heldur ikki, hvussu leingi eg fari at arbeiða afturat. Eg havi nakrar vaktir í november mánaði, meira veit eg ikki. Eg livi væl í dag, men eg veit ikki hvussu eg livi í morgin.
Starvsfelagar sum eru fá ár eldri enn Sanna, noyddust at gevast, tá teir gjørdust 67 ár, men hetta er nú broytt.
Sanna Hansen fer til arbeiðis, tí hon tímir og orkar. Hon vísir til kanning hjá danska pensjónskassanum fyri heilsustarvsfólk PKA. Kanningin snúði seg um, hvat eyðkennir limir teirra sum halda á at arbeiða eftir pensjónsaldur. Úrslitið vísti, at tey flestu arbeiða á sama arbeiðsplássi, og høvdu góða heilsu. Tey flestu arbeiddu tí tey sjálvi vildu, ikki tí at tey noyddust fíggjarliga, og tað sum serliga drívur, er fakligt nøgdsemi, sosial sambond, og at royndir og førleikar blíva viðurkend og brúkt.
– Eg vil siga at hetta kundu verið míni orð.
##med6##
Sanna hevur tikið ímóti øllum ommubørnum sínum. Eisini tá hevur hon havt ein professionellan leiklut, kortini kundi hon veita serliga umsorgan.
– Vit eiga tvær døtur, tær hava fingið 4 børn í part, og eg havi tikið ímóti teimum øllum. Tað hevur verið fantastiskt. Ein kona sum eigur, hevur ilt og er bangin, og tá eg havi tikið ímóti børnunum hjá mínum egnu døtrum, havi eg upplivað smágentuna aftur eina løtu. Tá barnið kemur út, er tað serliga stuttligt. Eg eigi átta ommubørn, tann elsti er 21, og tey yngstu eru 6. Og tey geva bara størri og størri gleði.
##med7##
##med8##


















