Burn: Ísak gekk á odda tá H71 smurdi KÍF av

H71 vann 10-málssigur á KÍF í høllini í Kollafirði

Mynd: H71

Tað var dúkað til eina spennandi og javna uppgerð í Burn mansdeildini í høllini í Kollafirði, tá KÍF og H71 hittust í kvøld.

 

Men soleiðis gjørdist tað ikki. H71 vann stórsigur 32-22 á KÍF.

 

Ísak Vedelsbøl, ið gjørdi tað framúr til bæði U21- og til U19-HM í summar gekk undan, og gjørdist toppskjútti fyri H71 við níggju málum.

 

Í steðginum var støðan 13-10 til H71. Tá 27 minuttir vóru farnir var støðan javnleikur 10-10, men seinastu løtuna skoraði H71 trý mál uttan, at heimaliðið megnaði at svara aftur.

 

Tá 40 minuttir vóru leiktir var H71 á odda 19-13. Eftir tað var 15-20 tað nærmasta KÍF kom H71.

 

Mattias B. Joensen var toppskjútti hjá KÍF við fýra málum.

 

H71 og KÍF hava tvey stig hvør fyri tveir teir fyrstu dystirnar í Burn mansdeildini.

 

HER er dómaraseðilin frá HSF:

 

##med2##

 

 

 

Mynd: H71