Burn: Javnleikur í Klaksvík millum Team Klaksvík og Neistan

Rasmus Søby gjørdi "comeback" fyri Neistan. StÍF vann greiðan sigur á Kyndli í høllini á Skála

Rasmus Søby var aftur at síggja á vøllinum fyri Neistan aftaná drúgva skaðafráveru. Hann kom á vøllin í seinna hálvleiki og gjørdist toppskjútti hjá Neistanum (Savnsmynd)

Tveir dystir vóru leiktir í Burn Mansdeildini í dag.

 

Í høllini á Skála vann StÍF ein greiðan 29-21 sigur á Kyndli. Í steðginum vóru strandingar á odda 14-7. 

 

Í Badmintonhøllini í Klaksvík endaði dysturin millum Team Klaksvík og Neistan við javnleiki 21-21. Hóri Reginsson javnaði fyri Neistan til 21-21, tá 24 sekund vóru eftir. Tað eydnaðist ikki klaksvíkingum at skora sigursmálið í seinasta álopinum.

 

Í steðginum var Team Klaksvík á odda 14-7. Í seinna hálvleiki kom Rasmus Søby á vøllin fyri Neistan aftaná drúgva skaðafráveru. 38 ára gamli veteranurin vísti, at knotur eru í honum, og hann legði fyri við at skjóta trý mál á rað og minka um munin til 10-14.  Tá 47 minuttir vóru farnir av dystinum var Team Klaksvík á odda 18-14, men tá eydnaðist Neistanum at koma upp á javnleik 18-18 upp á tríggjar minuttir. Liðini fylgdust seinastu løtuna, og tey mátti taka til takkar við einum stigi hvør.

 

##med2##

 

HER er dómaraseðilin frá HSF frá dystinum Team Klaksvík-Neistin 21-21 (14-7) :

 

##med3##

 

HER er dómaraseðilin frá HSF frá dystinum StÍF-Kyndil 29-21 (14-7) :

 

##med4##

 

 

 

Rasmus Søby var aftur at síggja á vøllinum fyri Neistan aftaná drúgva skaðafráveru. Hann kom á vøllin í seinna hálvleiki og gjørdist toppskjútti hjá Neistanum (Savnsmynd)