Burn: KÍF er nú fremst - Neistin vann á StÍF

Kollfirðingar vunnu á Team Klaksvík á heimavølli, og Neistin vann á StÍF á heimavølli.

Tveir dystir vóru leiktir í Burn mansdeildini í kvøld.

 

Í Kollafirði vann KÍF seg upp á fremsta plássið við einum 31-24 sigri á Team Klaksvík. Í steðginum var KÍF á odda 11-9.

 

Tá 46 minuttir vóru leiktir var KÍF á odda 21-19. Seinastu løtuna fekk heimaliðið betur tamarhald á dystinum og legði sjógv millum seg og Team Klaksvík.

 

Í høllini á Hálsi í Havn vann Neistin seg upp á fjórða plássið, og fór framvið Team Klaksvík á stigatalvuni. Neistin vann 28-26 á StíF. Í stegðinum var Neistin á odda 16-11.

 

Tá tveir minuttir vóru eftir var Neistin bert á odda við einum máli 27-26. Tá 43 sekund vóru eftir skoraði Rasmus Søby uppá brotskast til 28-26, og so vóru bæði stigini eftir í Havn.

 

##med2##

 

Her er dómaraseðilin frá HSF frá dystinum KÍF-Team Klaksvík 31-24 (11-9) :

 

##med3##

 

Her er dómaraseðilin frá HSF frá dystinum Neistin-StÍF 28-26 (16-11) : 

 

##med4##