Burn: Kyndil er ein sigur frá at røkka hálvfinaluplássinum

Kyndil fekk týðandi stig samstundis sum StÍF tapti

Sunnudagin seinnapartin vóru tveir dystir leiktir í Burn mansdeildini.

 

Tap var í hendi hjá Kyndli í dystinum móti Neistanum í høllini á Hálsi. Tá tveir minuttir vóru eftir av dystinum var Neistin á odda 27-24. Men við einum máli hjá Niklasi Gaard, og tveimum málum hjá Tobiasi Thisen eydnaðist tað kyndilsmonnum at knógva eitt sera týðandi stig. Í steðginum var Kyndil á odda 13-11.

 

Tobias Thisen var saman við William Skovsager toppskjútti hjá Kyndli. Teir skutu sjey mál hvør. Við seks málum var Hóri Reginsson toppskjútti hjá Neistanum. 

 

StÍF sum er í kapprenningini at røkka øðrum plássinum, og harvið einum beinleiðis FM-hálvfinaluplássi var fyri stórum bakkasti í høllini í Kollafirði.

 

KÍF vann greiðan 37-30 sigur á StÍF. Kollfirðingar vóru á odda 19-16 í steðginum.

 

Hans Eli Sigurbjørnsson var við 10 málum toppskjútti hjá KÍF. Pætur Ó. Barclay og Trúgvi Hávardsson vóru við seks málum hvør toppskjúttar hjá StÍF.

 

Kyndil er á øðrum plássinum eitt stig frammanfyri StÍF. Meðan StÍF bert hevur ein dyst eftir at leika í grundspælinum, so hevur Kyndil tveir dystir eftir at leika.

 

HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðlarnar frá dystunum í Havn og Kollafirði, umframt støðuna í deildini:

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##