Grækarismessuhald verður í viðarlundini í Miðvági hósdagin hin 12. mars klokkan 17, og tað er Skótalið Mikkjals á Ryggi, sum skipar fyri.
Skótarnir ganga skrúðgongu frá skótahúsinum, og komið verður í viðarlundina klokkan 17, tá tiltakið byrjar.
Á skránni við grækarismessuhaldið verður felagssangur, og tað verður Tummas Lauritsen, sum í ár fer at halda grækarismessurøðuna.
- Eftir felagssang og røðu verður høvi at fáa ein drekkamunn og okkurt gott afturvið.
Skótarnir fara eisini at hava tombolasølu og selja focaccia-pitsur.
- Samstundis verða lutaseðlarnir, sum eru seldir til frama fyri ferðina hjá teimum, ið fara til Danmarkar í summar, drignir.
Á heimasíðuni www.vaga.fo verður sagt, at øll eru hjartaliga vælkomin at verða við til at hátíðarhalda grækarismessu og bjóða tjaldrinum og várinum vælkomnum.











