Burn: Kyndil og StÍF leggja sjógv til hini liðini

Talan gjørdist í dag um sigrar til Kyndil, StÍF og H71

Tríggir dystir vóru leiktir í Burn Mansdeildini í dag.

 

Í høllini á Hálsi í Havn vann oddaliðið, Kyndil ein greiðan 26-19 sigur í grannauppgerðini móti Neistanum. Kyndil var á odda 11-8 í steðginum.

 

Niklas D. Gaard var við seks málum toppskjútti hjá Neistanum. Tobias Thisen var við níggju málum toppskjútti hjá Kyndli.

 

Næstfremsta liðið í deildini, StÍF vann á heimavølli 29-26 á Team Klaksvík, ið avrikaði væl í seinna hálvleiki. Í steðginum var StÍF greitt á odda 18-11.

 

Við seks málum var Sofus í Selvindi Nattestad toppskjútti hjá StÍF. Við níggju málum var Beinir Johannesen toppskjútti hjá Team Klaksvík.

 

Í Hoyvíkshøllini vann H71 28-23 á KÍF. H71 var frammanfyri 16-10 í steðginum.

 

Við 10 málum var Brian Slyne toppskjútti hjá H71. Við seks málum var Fríði Weyhe toppskjútti hjá KÍF.

 

HER ber til at síggja dómaraseðlarnar frá dagsins dystum og støðuna frá HSF:

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##