Burn: Kyndil vann á Team Klaksvík - H71 vann stórsigur á StÍF

Tað eru bara fimm stig millum fremsta og aftasta liðið í Burn mansdeildini

Savnsmynd

Savnsmynd

Tað er háspenningur í Burn Mansdeildini um hugt verður eftir stigatalvuni aftaná dystirnar í kvøld.

 

Kyndil vann ein sera spennandi dyst í høllini á Hálsi í Havn 29-28 á Team Klaksvík. Í steðginum var Kyndil á odda 16-13. Sigurin førir Kyndil av aftasta plássinum, og er Kyndil við seks stigum bert eitt stig frá fjórða plássinum.

 

Í Hoyvíkshøllini vann H71 ein knúsandi 35-18 stórsigur á StÍF. Í steðginum var H71 á odda 17-11.

 

H71-StÍF 35-18 (17-11)

 

Málskjúttar H71: Pauli Mittún 8, Peter Krogh 6, Jón Rói M. Høgnesen 4, Janus Dam Djurhuus 4, Rókur Ziskason 3, Ragnar Karlsson 2, Djóni G. Joensen 2, Pætur Thomsen 2, Sveinur Olafsson 2, Niklas H. Hanusarson 1, Rói E. á Skipagøtu 1.

 

Málskjúttar StÍF: Bjarni í Selvindi 5, Jóannes Prestá 4, Ivan Mrdalo 2, Sveinur Justinussen 2, Bjartur Már Guðmundsson 2, Steinar Prestá 2, Dávid Danielsen 1. 

 

Kyndil-Team Klaksvík 29-28 (16-13)

 

Málskjúttar Kyndil: Ovi Lützen 8, Anders Risdal 6, Jákup Jørgensen 4, Tróndur Wardum 4, Kristoffur Bjørgvin 3, Mads Lindkvist 2, Tórður Guttesen 1, Tummas Sørensen 1. 

 

Málskjúttar Team Klaksvík: Vuk Stevanovic 10, Ludvík Súnason 6, Valentino Valentakovic 4, Sámal á Tjaldrafløtti 3, Vilhelm Vilhelmsen 2, Jens Pauli Mohr 2, Jan Eli Ragnarsson 1. 

 

Leygardagin klokkan 18 tekur Kyndil móti VÍF á heimavølli. Sunnudagin klokkan 16 tekur Neistin móti StÍF, og somu klokkutíð tekur Team Klaksvík móti KÍF á heimavølli. 

 

 

 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 KÍF61681531510
 H716185145408
 VÍF8230216148
 TEAM KLAKSVÍK720320307
 NEISTIN720520236
 KYNDIL8196236-406
 STÍF8217249-325

 

 

 

 

 

Savnsmynd

Savnsmynd