Burn: Mladen og VÍF koppaðu KÍF í Kollafirði

Fyri fyrstu ferð hetta kappingarárið vann VÍF á KÍF

VÍF valdi løtuna væl at vinna tann fyrsta sigurin á KÍF hetta kappingarárið, nevnliga í 1. FM hálvfinaluni í Burn Mansdeildini.

 

VÍF vann 27-26 á KÍF í Kollafirði. Í fyrra hálvleiki var VÍF veruliga omaná, og vóru vestmenningar á odda 15-11 í steðginum. Tað vóru serliga mongu bjargingarnar hjá Mladen Mjerimacka sum tóku pippið frá kollfirðingum.

 

Tá 10 minuttir vóru eftir var VÍF á odda 24-19, men seinastu 10 minuttirnar fingu kollfirðingar strítt seg innaftur í dystin, og bara ein bjarging frá Mladen í seinasta sekundinum forðaði kollfirðingum at fáa longda leiktíð.

 

Liðini hittast aftur í Vestmanna sunnudagin klokkan 20. Vinnur VÍF eru teir klárir til FM-finalurnar. Vinnur KÍF verður triðja hálvfinalan í høllini í Kollafirði hóskvøldið 31. mars klokkan 20.

 

KÍF-VÍF 26-27 (11-15) - 1. FM hálvfinalan - Her sæst dómaraseðilin frá HSF: 

 

##med2##