Burn: StÍF vann stórsigur á Team Klaksvík

StÍF heldur jól á fjórða plássinum

Savnsmynd

Ein dystur er í dag leiktur í Burn mansdeildini.

 

Team Klaksvík og StÍF fingu heiðurin at spæla seinasta dystin í Burn mansdeildini í 2025 í KÍ-høllini í Klaksvík.

 

StÍF vann ein trivaligan 31-19 sigur á klaksvíkingum. Longu í steðginum vóru strandingar frammanfyri við níggju málum. 

 

Páll Müller var við átta málum toppskjútti hjá Team Klaksvík. Við sjey málum var Pætur Ó. Barclay toppskjútti hjá StÍF.

 

HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilin frá dystinum í Klaksvík, og støðuna í deildini:

 

##med2##

 

##med3##

 

Savnsmynd