Sigur til liðið hjá Pernille í fyrsta dystinum aftaná HM-endaspælið

Um átta dagar skal Storhamar spæla steypafinalu

Fyri fyrstu ferð síðani minniliga HM-endaspælið í Týsklandi og Niðurlondum var liðskiparin hjá Føroyum, Pernille Brandenborg aftur í leiki fyri lið sítt í bestu norsku hondbóltsdeildini, Storhamar.

 

Tað eydnaðist í dag Storhamar á heimavølli at vinna 25-22 á Fjellhammer. Í steðginum vóru Pernille og liðfelagarnir á odda 11-10.

 

Pernille var effektiv í dag. Hon fekk tríggjar málmøguleikar, og hon setti allar tríggjar í netið.

 

Storhamar er triðfremst í deildini við 14 stigum. Larvik er fremst við 17 stigum.

 

Og júst Larvik verður mótstøðuliðið 28. desember, tá Storhamar skal spæla finalu í steypakappingini. 

 

Steypafinalan verður leikt í Unity Arena høllini uttanfyri Oslo.

 

10. september tapti Storhamar í dysti í bestu deildini á heimavølli í OBOS-høllini 27-31 (13-12) fyri Larvik.