VÍF skal aftur spæla FM-finalur í Burn-mansdeildini.
Tað gjørdist greitt tá VÍF í kvøld á heimavølli í Vestmanna vann sannførandi 29-22 sigur á Team Klaksvík í seinnu FM-hálvfinaluni. Í steðginum var VÍF á odda 14-9.
VÍF vann 31-26 (13-14) í fyrru FM-hálvfinaluni, og vann sostatt ein samlaðan 2-0 FM-hálvfinalusigur.
Í FM-finalunum møtir VÍF antin H71 ella Neistanum. Har stendur á jøvnum 1-1 í FM-hálvfinalunum. Triðja og avgerandi FM-hálvfinalan verður leikt í Hoyvíkshøllini komandi hóskvøld klokkan 19.30.
HER er dómaraseðilin frá HSF frá seinnu FM-hálvfinaluni millum VÍF og Team Klaksvík:
##med2##