Tað segði hann í sínari fyrstu røðu uttan fyri Downing Street 10 í London, skrivar BBC og The Guardian.
– Seinni í ár fari eg at leggja fram eina nýggja tíggju ára ætlan fyri Bretland, sum vísir eina leið frá støðuni í dag til tað Bretland, sum vit ynskja at byggja, segði Burnham.
Men hann lovaði eisini skjót átøk.
– Eg kann longu nú geva fólki eitt fíggjarligt andarúm. Longu í morgin fari eg at leggja fram nøkur av teimum átøkunum, eisini hvussu tey skulu fíggjast, segði hann.
56 ára gamli Burnham varð fyrr í dag tikin í eið sum forsætisráðharri av Charles kongi og tekur nú við bæði sum stjórnarleiðari og formaður í Labour eftir Keir Starmer.
Millum fremstu málini hjá nýggju stjórnini er at fáa fleiri ung út á arbeiðsmarknaðin.
– Vit fara at hjálpa fleiri ungum í arbeiði við at broyta útbúgvingarskipanina, styrkja stuðulin og geva teimum betri hjálp til sálarheilsu. Vit fara eisini at byggja fleiri almennar bústaðir, segði Burnham.
Hann segði eisini, at Bretland hevur tørv á einari nýggjari politiskari og búskaparligari kós. Sambært Burnham hava avgerðirnar, sum vórðu tiknar í 1980'unum, framvegis álvarsligar avleiðingar fyri stórar partar av landinum.
– Alt ov nógv av landinum hevur ikki reist seg aftur. Nógv kenna, at tey framvegis detta afturúr, og at tey ikki megna at venda gongdini.
Tí lovaði Burnham eina stjórnarleiðslu, sum í størri mun skal samstarva og loysa trupulleikar heldur enn at vinna politisk stig.
Andy Burnham er sjeyndi bretski forsætisráðharrin seinastu tíggju árini.











