– Altíð fryntlig og fyrikomandi, altíð skjót við eini viðmerking til stór og smá. Seinastu 12 árini hevur hon røkt eina langa røð av uppgávum fyri HB.
Soleiðis skrivar Havnar Bóltfelag í morgun, nú Turið Láadal Sejersdóttir gevst í starvi í felagnum:
Hon hevur verið á skrivstovuni, loyst praktiskar uppgávur, havt ársveitsluna um hendi, samskipað altjóða dystir og ordnað alt, sum har til hoyrir, umsitið leikaraloyvi, tikið hond í við reingerðini – bara fyri at nevna nakrar heilt fáar uppgávur úr rúgvuni.
Allarfyrsta uppgávan, sum Turið hevði fyri HB, var í sambandi við ein dyst ímóti Motherwell. Nú hevur hon boðað frá, at komandi heimadystur móti Motherwell eisini fer at verða seinasta uppgáva hennara í starvinum í HB.
Hóast vit skilja, at tað sjálvandi er natúrligt at ynskja eina starvsliga broyting eftir so mong ár í sama stað, harmast vit um at missa ein kapasitet, sum Turið. Hon hevur ongantíð verið bangin fyri at taka eitt tak fyri felagið.
Góða Turið – vit øll í Havnar Bóltfelagi takka tær hjartaliga fyri títt risastóra arbeiði, og vit ynskja tær alt gott frameftir.
Tíbetur vita vit, at tú kortini ikki fert at hvørva úr felagsskapinum. Vit fara heilt víst at síggjast í HB-húsinum, har tú nú kanst koma at njóta fótbólt og felagsskap – uttan at nøkur uppgáva fylgir við.
Tað unna vit tær væl











