- Støðan er so álvarslig at vit verða noydd til at taka støðu til, hvussu okkara livistøðið skal verða í framtíðini.
Tað var ein boðskapur frá Magna Laksáfoss, búskaparfrøðingi, á almennum kjakfundi hjá Tjóðveldinum í einum stúgvandi fullum Miðlahúsi í gjárkvøldið.
Magni Laksáfoss legði fleiri daprar spádómar fyri áhoyrararnar um gongdina í prísinum og nýtsluni av olju tey næstu árini.
Hann nevndi, at nógvir stovnar uttanlands, sum hava fingurin mitt á oljupulsinum, hava gjørt nógvar frágreiðingar um oljunýtsluna og metingar um framtíðina.
- Orkustovnurin hjá OECD hevur gjørt greitt, at ein vakran dag er oljan uppi og vit eiga at fara burtur frá oljuni, áðrenn hon fer burtur frá okkum.
- Tað eigur at verða okkara herróp, tí við at granska og menna aðrar orkukeldur, eiga vit at sleppa okkum burtur frá oljuni.
Samstundis sleppa vit ikki undan at eiga at taka støðu til, hvussu livistøðið skal vera í framtíðini og, hvussu samfelagið skal skipast.
Brúka meiri enn vit finna
Magni Laksáfoss nevndi eisini, at fleiri frágreiðingar frá stovnum og feløgum við olju sum serfrøði, hava við olju at gera, hava akkurát somu niðurstøðu.
- Enntá oljufeløgini sjálvi siga tað sama, tí tey hava víst á, at í dag brúka vit tvær ferðir so nógva olju, sum vit finna.
Magni Laksáfoss staðfestir, at tá ið vit brúka meiri olju enn vit finna, kann tað ikki merkja annað, enn at oljuframleiðslan fer at minka fyrr ella seinni.
- Hetta er ikki ein meting. Hetta er tann nakni veruleiki, legði hann afturat.
Hann sigur, at spurningurin er so, nær hetta fer at henda.
- Øll eru samd um, at tað er longu nú, ella í ringasta føri í allarnærmastu framtíð, at hetta fer at henda.
- Og ein professari í jarðfrøði hevur staðfest, at hetta fer at fáa ávirkan á fleiri menniskju í fleiri londum á fleiri hættir enn nakað annað, vit áður hava upplivað í søgu heimsins.
- So álvarslig er støðan, sambært serfrøðingum, sigur Magni Laksáfoss.
Prísurin rýkur upp aftur
Hann vísti á, at í seinastuni er oljan blivin bíligari, men tað er fyrst og fremst takkað verið fíggjarkreppuni, sum herjar allan heimin.
- Men tað sigur seg sjálvt, at táið eftirspurningurin er størri enn framleiðslan, fer tað at trýsta prísin uppeftir.
Rákið hevur verið at oljuprísurin er hækkaður so nógv, at tað hevur ført til, at stígur kemur í búskapin og tað er hetta, sum er hent nú.
- Tað var orkutrupulleikin, sum prikaði hol á bløðruna og tað hevur ført til, at oljuprísurin er kavaður á botn aftur.
Men Magni Laksáfoss staðfestir, at tá ið tær ringu tíðirnar eru av, fer oljuprísurin at hækka aftur við rúkandi ferð.
- Sostatt koma vit at skifta ímillum eina fíggjarkreppu og eina orkukreppu, legði hann afturat.
Hann vísti til ein politikara í Avstralia, sum staðfesti, at ongin ynskir sær stóra skuld, tá ið karusellin steðgar.
- Ein stór skuld er nakað, sum bara kann handfarast í einum samfelag við stórum búskaparvøkstri. Orsøkin til, at vit hava havt búskaparvøkstur, er bara tann, at vit hava havt atgongd til ríkiligt av ótrúliga bíligari olju.
- Táið oljan steðgar, steðgar búskaparvøksturin og tá steðga eisini møguleikarnar at handfara skuld.
- Sostatt mugu vit staðfesta, at stór skuld og fallandi oljuframleiðsla ganga illa hond í hond og tað er akkurát hetta, vit uppliva nú á døgum.
Spurningurin er so, hvussu álvarslig støðan er.
Í hesum sambandi vísti Magni Laksáfoss til ein guvernør í Kolorado í USA, sum long í 2006 segði, at tað frægasta, hann sá fyri sær, er ein heimsumfatandi kreppa og samstarva vit ikki, kann tað lættliga enda við kríggi, hunguri, sjúku og deyða, sum hjá teimum fýra reiðmonnunum í opinberingini.
Les eisini greinina. Brúka milliónir at hita himmalin