Elin Lindenskov
býráðslimur í Havn
www.lindenskov.com
???????????????????
Eg var skelkað, tá ið eg hoyrdi tíðindini, at landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumál-um Hans Pauli Strøm hevur gjørt semju við Tvøroyrar býráð, sum inniber, at dagstovnalógin skal broytast. At landsstýrið ger avtalur við eina kommunu um at broyta eina lóg er burturvið. Enntá broyta eina lóg orsakað av einum persónsmáli á Tvøroyri.
Eg sat sum forkvinna í sosialunevnd í Tórshavnar kommunu, tá fyrsti frítíðarskúlin í landinum varð settur á stovn. Har var eingin ivi, frítíðarskúlin var eitt frítíðartilboð til børn aftan á skúlatíð. Í grund-gevingini fyri at seta á stovn frítíðarskúlan stendur: »Endamálið er fyrst og fremst at tryggja foreldrunum, sum eru til arbeiðis, at børn teirra eru í góðum hondum eisini aftan á vanliga skúlagongd. Miðað verður tó eisini ímóti at veita børnunum eitt spennandi og mennandi frítíðartilboð, hetta fyri at tey ikki skulu kenna tað, sum eru tey í skúla allan dagin.« Tí var heldur eingin ivi um, at starvsfólkini á frítíðarskúlanum skuldu vera námsfrøðingar.
Dagstovnalógin virkar væl og er í dagliga arbeiðinum ein stór hjálp bæði á stovnum hjá kommununum og Pedagogfelagnum. Tað kann ikki verða meiningin, at ein kommuna, sum ikki vil halda lógina, skal fáa møguleikan at broyta hana, sum henni lystir.
Sum skilst ætlar landsstýrið at broyta lógina soleiðis, at leiðar-in á frítíðaskúlanum ikki skal vera námsfrøðingur, men eins væl kann vera læraralærd/ur. Grundgevingin er, at tað eru børn í skúlaaldri sum eru á frítíðarskúlun-um.
Grundgevingin er púra burturvið. Frítíðarskúlin er als ikki eitt skúlatilboð, men har-afturímóti eitt frítíðartilboð til børn aftan á skúlatíð.
Av tí at frítíðarskúlin er eitt tilboð aftan á skúlatíð, er tað ikki uppgávan hjá einum lærara at verða leiðari. Harafturímóti er tað ein sjálvsagdur rættur hjá námsfrøðingum. Lærar-in er lærd/ur at læra frá sær. Námsfrøðingurin er lærd/ur at menna og hava umsorgan fyri børnunum.
Eg fari inniliga at heita á landsstýrismann-in í almanna- og heilsumálum um at taka tann partin av avtaluni við Tvøroyrar kommunu aftur, sum handlar um broyting av leiðara-starvinum á frítíðarskúl-unum í dagstovnalógini. Um henda lógarbroytingin verður framd, bara tí ein kommuna ikki vil halda landsins lógir, so kunna vit vænta mangt slíkt í framtíðini.
Harfaturat skilst, at landsstýrið hvørki hevur kunnað ella ráðført seg við Pedagogfelagið um lógarbroytingina. Hetta er vanviðring av fakfelagnum. Og tað er syrgiligt, at hetta verður framt undir leiðslu av Javnaðarflokkinum.